Savnsmynd (Mynd: Olaf Olsen)

Týr við Brúnna 2017

Tíðindaskriv

18.06.2017 - 17:38

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Um tú vilt uppliva Týr á einum føroyskum tónleikapalli í ár, er einasti møguleiki fyri hesum at koma til við Brúnna tiltakið á Oyrarbakka leygardagin tann 8. juli.

Tey sum standa aftanfyri tónleikatiltakinum við Brúnna, eru sera fegin um at kunngerða Týr hava givið sær stundir at luttaka á við Brúnna í ár. Bólkurin spælir næstan bara uttan fyri Føroyar – men tá teir spæla her heima, er tað altíð eitt brak av eini konsert. At Týr eru eitt stórt navn úti í heimi, eru vísingarnar á YouTube besta dømið um, tí teirra videoløg eru víst fleiri milliónir ferðir.

Í hesum døgum eru Týr í gongd við at taka upp teirra komandi fløgu. Enn er óvist akkurát nær hon kemur út. Hon verður útgivin at Metal Blade Records í Los Angeles. Sum skilst verða nøkur kvæðaløg við á fløguni, so tað verður spennandi at hoyra útgávuna, tá hon verður klár. 

Manningin í Týr til við Brúnna verður, umframt teir føroysku Heri Joensen, Terji Skibenæs og Gunnar Thomsen, eisini nýggi trummusláarin hjá teimum Tadeusz Rieckmann úr Budapest í Ungarn. Tað verður áhugavert at hoyra teir við hesi manning leygardagin tann 8. Juli. Meira kunning er á heimasíðuni vidbrunna.fo, har tað eisini ber til at keypa atgongumerki til tiltakið.