Ricin verður framleitt úr kastorbønum

Týska løgreglan ákært mann fyri at framleiða evnafrøðilig vápn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.06.2018 - 17:10

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Týska løgreglan hevur steðgað einum “víðgongdum islamistiskum” álopi við deyðiliga eiturevninum ricin í Køln.

Ein 29 ára gamal tunesi verður ákærdur fyri at hava framleitt evnafrøðilig vápn heima við hús í Køln.

Tann ákærdi hevði keypt tilfar á netinum í mai. Tilfari maðurin keypti verður nýtt til at gera eiturevni ricin. Hann keypti millum annað 1000 ricinusfrø eina elektriska kaffikvørn.

Tað eydnaðist manninum at framleiða eiturevni í byrjanini av juni mánað.

Enn er einki sum tíðir á um maðurin hevði nakrar ávísar ætlanir um eitt álop. Enn hava myndugleikarnir ikki funnið nakað tilknýti til nakran yvirgangsfelagsskap, skrivar DR.

Síðani 1997 hevur verið ólógligt at eiga ricin, eftir at eitt altjóða forboð móti brúki av evnafrøðiligum vápnum kom í gildi.



beint nú