Mynd: EPA

Týska løgreglan leitar eftir videotilfari av atsóknini

Steinar Patursson

23.07.2016 - 08:22

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Týska løgreglan heitir nú á fólk um at senda inn videotilfar av atsóknini í München í gjár.

Níggju fólk lótu lív og 16 fingur løstir - summi teirra álvarsamar - tá ein maður fór at skjóta frá hond við eina handilsmiðstøð í München í Týsklandi í gjár.

Týska løgreglan fór undir stór átak at fáa fatur á manninum, men hann skjeyt seg sjálvan.

Løgreglan kendi ikki til mannin, ið var týskt-irani, og tað gjørdi týska fregnartænastan heldur ikki, og endamálið við álopinum er ógreitt. Maðurin hevði tó rópt “eg eri týskari”, undir atsóknini.

Løgreglan er av álvara farin undir kanningararbeiðið í dag, og heitir í tí sambandi á tey, ið hava tikið upp tilfar av atsóknini, um at lata tað inn.

Hetta var triðja atsókn í Vestuevropa í átta dagar, eftir ræðuleikarnar í Nice og tokatsóknina í Wuerzburg.