(Mynd: TV2)

Týska løgreglan setir alt inn fyri at finna tann ella teir seku

Niels Petersen

22.07.2016 - 18:56

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Eftir skottilburðin í München í kvøld heitir týska løgreglan á fólk í nærumhvørvinum um, at tey halda seg innandura. Og stórt øki kring sølumiðstøðina er stongt fyri ferðslu. Hetta boðaði TV2 frá í áðni.

Sambært danska TV2 eru stórar politiatsóknir í gongd við tyrlum yvir Olympia sølumiðstøðini, har hendan eina hendingin fór fram.

Løgreglan hevur ongan tikið í málinum enn, og veit ikki hvar gerningsmaðurin er í løtuni. Men leitað verður í løtuni, upplýsir Ritzau.

Sambært TV2, so hevur týska løgreglan heitt á fólk um, ikki at leggja myndir viðvíkjandi hendingini út á sosialu miðlarnar, tí tær kunnu hjálpa gerningsmanninum at sleppa til rímingar.

Ein tokstøð nærhendis er eisini stongd, nú løgreglan setur alt inn, fyri at elta tann ella teir seku. Ivamál er í løtuni um, hvussu nógvir framdu álopið.