Mynd frá 2005 tá tann tá 55 ára gamla Annegret Raunigk vísir fram sítt 13. barn (Mynd: EPA)

Týskland: 65 ára gomul hevur føtt ferburar

Ingi Samuelsen

23.05.2015 - 16:33

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Ein 65 ára gomul týsk kvinna, ið longu eigur 13 børn, er blivin mamma til ferburar, boðar RTL-sjónvarpsstøðin frá.

Tríggir dreingir og ein genta vórðu fødd fyri tíð á einum sjúkrahúsi eftir at kvinnan hevur gingið við teimum í 26 vikur. Hon gjørdist við barn við eftirgjørdum gitnaði í Ukraina. Boðað verður frá, at ferburarnir hava góðar møguleikar fyri at liva.

Móðurin, Annegret Raunigk, býr í Berlin og undirvísir í enskum or russiskum. Undan ferburarnar eigur hon 13 børn og sjey ommubørn.

RTL sigur, at Reunigk er elsta kvinna í heiminum, ið ver vorðin mamma til ferburar. Sjónvarpsstøðin hevur fingið einarætt til søguna um føðingina eftir at týskir miðlar í apríl skrivaðu um støðuna, sum kvinnan var komin í.

Hon segði, at hon hevði ynski um at fáa eitt barn afturat tí at yngsta dóttirin, Lelia, ið er 9 ár, ynskti sær ein lítlabeiggja ella lítlasystir.

Fyri 10 árum síðan gjørdist hon eisini ein søga í týsku miðlunum, tá hon fekk sítt 13. barn sum 55 ára gomul.

Tá staðfest var, at hon bar fýra fostur, umhugsaði hon ongantíð at minka um talið.

- Eg óttist ikki støðuna. Eg rokni við at halda meg fríska, og eg hari royndirnar. Hetta er ikki nýtt fyri meg, sigur 65 ára gamla mamman sambært Bild am Sontag.