Joachim Low og co skulu finna vegin til finaluna aftur

(Mynd: EPA)

Týskland skal verja heitið

Agnar Frederiksen

11.06.2018 - 19:56

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

HM byrjar um tríggar dagar. Í hesum døgum hava vit upptakt, har vit gjøgnumganga allar bólkarnar. Eisini geva vit eina meting/tipping um hvør kemur víðari.

Eftir nógv endaspøl, har Týskland undir Joachim Low veruliga bjóðaði av, eydnaðist tað í 2014 at vinna eitt heiti. Týska landsliðið er komið í minsta lagi í hálvfinaluna seinastu trý HM-endaspølini og seinast trý EM-endaspølini á rað. Sjálvt fyri eina so sigursvanda fótbóltstjóð so er hetta sera góðog stabil gongd fyri Týskland, ið eisini kom í finaluna í 2002.Í 2014 basti Týskland Fraklandi í áttandapartsfinaluni, síðani eyðmýkti týskararnir vertirnar úr Brasilia í hálvfinaluni, og í finaluni tryggjaði eisamallla málið hjá Mario Gotze í longdu leiktíðini heimsmeitaraheiti nummar fýra til Týsklands.

Nú er spurningurin, um Týskland aftur í Russlandi fer allan vegin. Matchvinnarin frá finaluni seinast er ikki við. Gotze hevur darvast við skaðar og sjúku seinastu langu tíðina. Meira yvirraskandi er tað, at Leroy Sané úr Manchester City, ikki er úttikin. Ársins ungi leikari úr Premier League varð frávaldur. Týskarar hava ein sera sterkan hóp, og tað kann væntast at teir aftur koma langt hesaferð.

Eitt annað evropeiskt land er í bólki F, umframt eitt asiatiskt og eitt norðuramerikanskt. Svøríki, Suður Korea og Meksiko hava øll góðan møguleika at koma víðari. Meksiko er tó favorittur, at fara víðari saman við Týsklandi. Stóra landið sunnanfyri USA hevur luttikið í seinastu seks HM-endaspølunum, hevur hvørjaferð spælt seg víðari til áttandapartsfinalurnar, fyri síðani at verða sligið út. Landið hevur luttikið heilar 15 ferðir til HM, har bestu úrslitini eru kvartfinalurnar á heimavølli – í 1970 og 1986.

Sviar hava ikki verið líka ofta við til HM, men skandinavrirnir hava vunnið tvær ferðir bronsu og einaferð silvur. Seinastu tvey HM-endaspælini hava verið uttan luttøku av Svøríki, ið megnaði at koppa Italia í Playoff-dystunum eftir sera flott liðavrik og ein sterkan verjupart. Tað verður eitt svøríki uttan Zlatan í Russlandi, ið skla royna at spæla seg víðari.

Suður Korea er sterkasta asiatiska fótbóltstjóðin. Á heimavøli í 2002 spældi landið seg, á kontroversiellan hátt, heilt til hálvfinalurnar eftir sigrar á Póllandi, Portugal, Italia og Spania. Í 2010 kom Suður Korea til áttandapartsfinaluna, og hetta er einastu ferð, at landið er komið víðari úr bólakspælinum. Í sínum tíggjunda HM-endaspælið, og níggjunda á rað, er Suður Korea komin í ein truplan bólk. Stóra stjørnan hjá liðinum er Son Heung-Min, sum til dagliga spælir við Tottenham.

Meting: Hetta er ein heldur torførur bólkur at meta um. Týskaland hevur eina tricky uppgávu, men heimsmeistarin hevur helst bara ein ov høgan kvalitet til ikki at koma víðari. Svøríki og Suður Korea kunnu avgjørt bjóða av, men Meksiko kemur til sína sjeyndu áttandapartsfinalu á rað, og tað verður sum nummar eitt í bólkinum.


Dystarskrá:
Sunnudagin 17. juni: 16.00 Týskland - Meksiko
Mánadagin 18. juni: 13.00 Svøríki - Suður Korea

Leygardagin 23. juni 16:00 Suður Korea - Meksiko
Leygardagin 23. juni 19:00 Týskland - Svøríki

Mikudagin 27.juni kl.15.00  Meksiko - Svøríki
Mikudagin 27.juni kl.15.00  Suður Korea - Týskland



beint nú