Frá vígsluni í dag

Týskt par gift av Borgarstjóranum

Steinar Patursson

10.07.2015 - 13:20

Tíðindi >

Í Býráðshúsinum í dag vórðu eini týskt hjún gift av Heðini Mortensen.

Tað er kanska heldur óvanligt, at útlendingar koma allan hendan vegin at gifta seg, men Sebastian Deubler og Viet Nga Chu vildu hava eina serstaka uppliving, nú tey skuldu giftast.

- Vit vildu giftast eitt forkunnugt og vakurt stað, og tí komu vit higar saman við vinum og familjuni.

Á heimasíðuni hjá Tórshavn Kommunu stendur, at tey bæði hittust fyri 10 árum síðani, og í dag eru akkurát 100 mánaðir, síðan tey gjørdust par.

Fleiri og fleiri útlendsk pør velja at verða vígd í Býráðshúsunum, og tað heldur Heðin Mortensen bara vera stuttligt.

- Fleiri vígslur eru á skránni í summar. Tey lata altíð væl at, og eg haldi, at tað er stuttligt, at fólk leita higar at verða gift, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.