U19-gentur: Dystur lokin - skotar vunnu 6-2



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Snorri Brend

24.04.2014 - 16:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyar - Skotland:



80. min. LIÐUGT: 2-6:
Skotsku genturnar vunnu dystin 6-2. Men tað eydnaðist so føroysku gentunum at skjóta tvey mál.
Skotar vunnu eisini dystin móti Íslandi í gjár.


78. min: 2-6
Tað gongur meiri javnt á millum liðini. Nú er løta síðani seinasta málið, hóast bæði føroyska og skotska liðið áhaldandi leypa á.
Óhugsandi er ikki, at skotsku genturnar eru nøgdar við úrslitið, og tí royna at verja teir seinastu minuttirnar.



57. min: 2-6
Mín sann, um ikki Abigail Harrison hevur skotið sítt triðja mál fyri skotar.
Føroyska liðið hevði ikki meiri enn fingið hendurnar niður, so var støðan 6-2 til útiliðið.



55. min: 2-5

Føroyska liðið hevur fingið sítt næsta mál í dystinum og í kappingini í síni heild.
Hesaferð var tað Milja Simonsen, sum fekk bóltin í skotska málið.



46. min: 1-5
Seinni hálvleikur er byrjaður. Vónað verður, at føroyska liðið hevur tosað saman um viðurskiftini í hálvleikinum - og fær ein betri seinna hálvleik.



34. min: 1-5:
Talan er um ein málríkan dyst. Tað eru longu komin seks mál.
Fimta málið hjá skotum skjeyt enn einaferð hon við 2-talinum á rygginum: Abigail Harrison.


28. min: 1-4
Skotland er á odda 4-1


20 min: 1-3:
Tað gekk ikki leingi frá tí triðja skotska málinum, til føroyingar fingu sítt fyrsta mál í kappingini.
Tað er Ásla Johannesen ið hevur skorað fyri Føroyar!



19 min: 0 - 3:
Skotland hevur økt til 3-0. Málið skjeyt Elizabeth Arnot (nr. 6)



13 min: 0 - 2:
Sarah Laverty (nr. 18) økir um skotsku leiðsluna til 2-0.


3 min: 0 - 1:
Skotland hevur lagt eitt øgiligt trýst á føroyska liðið.
Tað gingu bert tríggir minuttir, so lá bólturin í føroyska málinum.
Skotska, Abigail Harrison (nr. 2) langaði til, langt úti frá, og bólturin fór beint í mál.



- - -

Nú klokkan 10 fóru tær føroysku U 19-genturnar á vøllin at spæla dyst móti Skotlandi.
Hetta er partur av kappingini millum Føroyar, Skotland og Ísland og sum verður spæld á Tórsvølli.

Føroyar taptu dystin ímóti Íslandi 2-0, men talan var um ein tættan dyst, har føroyska liðið kom til fleiri møguleikar.

Av hesi orsøk eru vónirnar góðar móti Skotland, sum annars vann á Íslandi í gjár.



Føroyska liðið til dystin í dag sær soleiðis út:

Hildur Egilsdóttir

Erla Petersen

Katrina Akursmørk, liðskipari

Milja Simonsen

Ásla Johannesen

Mirjam Hansen

Lív Arge

Beinta E. Danielsen

Marita á Fríðriksmørk

Hanna Poulsen

Tóra Stenberg Olsen


Eykaleikarar eru:

Lea Reginsdóttir

Kára Jarnskor

Rúna Jacobsen

Margunn Lindholm

Silja Johannesen

Arnborg Lervig

Jensa Olsen


Les eisini: Katrina: - Undarligt at spæla landsdyst klokkan 10