Føroyski U15-hópurin til Esbjerg Elite Cup 2017 - Mynd: Hans Erik Danielsen

U15: Endaðu við tryggum sigri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

28.05.2017 - 08:59

Ítróttur >

Føroyska U15-landsliðið við dreingjum vann seinasta dystin í Esbjerg Elite Cup. Úrslitið ímóti A27 gjørdist 3-0 til Føroyar. Kristin Jansson og Jørgen Nielsen skoraðu føroysku málini .

- Dreingirnir hava fingið sterka mótstøðu í hesi kappingini, og eg ivist onga løtu í, at hetta er við til at menna teir sum fótbóltsspælarar, sigur Øssur Hansen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, við heimasíðuna hjá FSF.

Myndir frá kappingini í Esbjerg

Farnu dagarnar hevur føroyska U15-liðið tikið lut í Esbjerg Elite Cup 2017. Kappingin er fyri úrvalslið úr Danmark og øðrum norðanlondum. Talan er um eina sterka kapping, har tað bara eru lið, ið fáa innbjóðing til kappingina, sum sleppa at luttaka.

Á skránni hava verið fýra dystir, og úrtøkan gjørdist til ein sigur, ein javnleik og tvey tap. Liðið tapti fyri Vejle BK og Lyngby BK, spældu javnleik 3-3 ímóti Haderslev FK, meðan tað í seinasta dystinum gjørdist til ein tryggan 3-0 sigur á A27 (úrmælingasamstarv millum Kastrup BK, Dragør og AB Taarnby).

Málini ímóti A27 skoraðu Kristin Jansson (AB), sum gjørdi tvey, og Jørgen Nielsen (NSÍ). Føroyska liðið var betri, og sigurin kundi saktans verið størri. Millum annað brendu okkara dreingir tvey brotsspørk. A27 fekk eisini møguleikan úr ellivu metrum, men heldur ikki teirra brotssparksskjútti rakti málið.

Næsta uppgáva hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum verður væntandi seinast í oktober. Tá er ætlanin at fáa í lag tveir venjingardystir ímóti Íslandi.