Byrjunaruppstillingin móti Luksemburg (Mynd: FSF)

U17 dreingjalandsliðið spældi seg víðari til Elitu EM undankapping

Niels Petersen

26.10.2016 - 21:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

U17 dreingirnir hjá Føroyum megnaðu í kvøld at røkka málsetninginum, sum venjaraparið, Áki Johansen og Poul F. Joensen settu undan fráferðini til Luksemburg. Við 2-2 javnleiki móti vertstjóðini fekk føroyska U17 landsliðið eins nógv stig og Kekkia, og tá Føroyar vunnu á Kekkia, so merkir tað, at Føroyar og Sveis hava spælt seg víðari úr undan undankappingini.

Í seinasta dystinum í dag fingu føroysku garparnar 2-2 javnleik móti Luksemburg. Føroyar var annars á odda 2-0. Eftir tvey mál frá klaksvíkinginum, Tórur Jacobsen.

Við javnleikinum enda Føroyar á øðrum plássi, ájavnt Kekkia, men betur innanhýsis.

Sostatt skal U17 landsliðið spæla í Elitu EM undankappingini, sum verður spælt í komandi vár.