U17: Fingu oyruni í fronsku maskinuna

Sverri Egholm

07.05.2017 - 15:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Lat tað bara verða sagt beinanevgin: Frakland var nógv tað betra liðið á vøllinum, og stórigurin var fult uppiborin. Longu eftir 42 sekund lá bólturin í føroyska málinum, og áðrenn fari var til hálvleik, var støðan 5-0 til franska liðið.

- Eg havi verið venjari hjá U17-landsliðnum í skjótt tíggju ár, men eg kann ikki minnast, at vit hava spælt ímóti einum so góðum liði. Vit høvdu fyrireikað okkum so væl sum tilber, men teir vóru bara nógv betri, sigur Áki Johansen, landsliðsvenjari.

Næsta uppgáva hjá okkara dreingjum verður týsdagin, tá Ungarn verður mótstøðuliðið. Í fyrsta dystinum vunnu ungarar 3-2 á Fraklandi, og leygardagin spældu teir javnleik 1-1 ímóti Skotlandi. So tað verður ein stór avbjóðing, men føroyska liðið fer altíð á vøllin fyri at vinna, ella í øllum føri eftir møguleikanum at fáa stig.

- Ímóti fransmonnum sóu vit veruliga munin á einum landi, ið hevur umleið 67 milliónir íbúgvar, og so einum landi har tað búgva 50.000 fólk. Men vit fara altíð á vøllin fyri at fáa stig. Annars kann alt vera líkamikið, sigur Áki Johansen við heimasíðuna hjá FSF.