Mynd: FSF

U17: Føroyar leikt seg í EM-endaspælið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jens Hákun Leo

20.03.2017 - 14:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska U17 landsliðið hjá monnum hevur fyri løtu síðan spælt seg í EM-endaspælið, sum verður í Kroatia 3-19. mai í ár.

Hetta gjørdu Føroyar við einum 2-1 sigri á Slovakia í dag, samstundis sum Írland vann hin dystin í bólkinum 2-0 á vertstjóðini Kýpros. Hálvleiksstøðan í dystinum í dag var 1-0 til Føroyar.

Harvið gjørdist støðan í bólki 8 tann, at Írland fekk 9 stig, Føroyar gjørdist nummar tvey við 4 stigum, Slovakia fekk 3 stig, meðan Kýpros endaði aftast í bólkinum við einum stigi. 

Málskjúttar hjá Føroyum í dag vóru Tórur Jacobsen (KÍ) í 28.minutti og Hanus Sørensen (FC Midtjylland) í 45.minutti. Slovakia minkaði um munin til 2-1 í 54.minutti, t.e. eftir at 14 minuttir av seinra hálvleiki vórðu leiktir.  

Magnus Holm Jacobsen hjá Føroyum fekk tað seinra gula kortið og harvið reytt kort í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat í seinra hálvleiki.