Føroyar taptu í dag 4-0 ímóti Sveis í EM-undankappingini.

Hendna myndin er frá fyrr í ár, tá føroyska liðið var í Bulgaria

Mynd: FSF

U17: Føroyar taptu í fyrstu royndini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.10.2017 - 11:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroysku U17 genturnar eru í hesum døgum til EM-undankapping í Póllandi. Fyrsti dystur var í morgun, tá Føroyar møttu Sveis.

Sveis var omaná í dystinum, og kom á odda stutt fyri hálvleik. Innan fyrsta korterið í 2. hálvleiki fekk Sveis tvey mál, og í yvirtíðini gjørdist tað 4-0. Harvið taptu Føroyar greitt í fyrstu royndini.

Hini liðini í bólkinum eru Ukreina og vertslandið Pólland. Hesi liðini spæla nú seinnapartin. Fríggjadagin seinnapartin spæla Føroyar næsta dystin í kappingini. Hann er ímóti polsku vertunum.

Hetta er ein stórur landsliðsdagur í Føroyum. Kl.17.30 spæla U21-liðini hjá Føroyum og Georgia á Tórsvølli, og kl.19.45 eru eygini vend ímóti Budapest, har føroyska A-landsliðið skal royna at koppa Ungarn, og harvið koma uppá 3. plássið í bólkinum.