U17 gentur: Noreg ov sterkar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.10.2017 - 18:40

Ítróttur > Ítróttur > Flogbóltur

Eftir at føroysku genturnar høvdu fingið eitt rímuligt úrslit ímóti Danmark í morgun upp á eitt tap á 1-3, so møttu tær seinnapartin Noreg.

Men dysturin frá í morgun sat partvís í kroppinum, og úrslitið seinnapartin gjørdist ikki eins gott.

Føroyar taptu greitt 3-0. Settini endaðu 25-16, 25-13 og 25-13.

Næsti landsdysturin hjá føroysku gentunum verður í morgin kl. 12,00 føroyska tíð. Hesin dysturin er ímóti Onglandi.

Hini liðini í kappingini eru umframt Noreg og Danmark: Finnland, Ísland, Grønland, Ongland og Svøríki.

Eisini føroyska U17 dreingjalandsliðið skal í dyst í morgin. Men teir hava eina strævna dystarskrá. Klokkan 10.00 føroyska tíð spæla teir ímóti Danmark, og longu kl. 14.30 skulu teir spæla móti Noreg.

Londini sum dreingirnir kappast ímóti eru: Danmark, Svøríki, Finland, Ongland, Ísland og Noreg.

Dystirnir verða stroymdir á: http://www.volleytv.dk/