U17 landsliðið sum byrjaði móti Hvítarusslandi (Mynd: Bára Skaale Klakstein)

U17 genturnar endaðu við flottum sigri

Tíðindaskriv

01.11.2016 - 15:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Føroyska U17-landsliðið við gentum vann seinasta dystin í EM-undankappinini í Cork í Írlandi. Mótstøðuliðið var Hvítarusslandi, og úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar. Mona Rasmusdóttir skoraði bæði málini fyri Føroyar.

- Hetta var fult uppiborið, og eg eri ótrúliga væl nøgdur við genturnar. Vit spældu eisini væl, og um meir hepni var við okkum, so kundi sigurin saktans verið størri, sigur Jan Mølvad Laursen, U17-landsliðsvenjari.

Mánadagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum triðja og seinasta dystin í EM-undankappingini, sum seinastu dagarnar hevur verið í Cork í Írlandi.

Í fyrsta dystinum tapti føroyska liðið fyri írsku vertunum, og fríggjadagin máttu okkara leggja rygg til 0-4 tap fyri Íslandi. Men mánadagin var Hvítarussland mótstøðuliðið, og hesaferð gekk betur. Úrslitið gjørdist 2-1 til Føroyar, sum eisini var støðan í steðginum. Í báðum førum var tað Mona Rasmusdóttir, ið skoraði málini.

Írland vann kappingina við fullum stigatali. Í seinasta dystinum vunnu írsku genturnar 4-1 á Íslandi, sum gjørdist nummar 2. Føroyska liðið bleiv nummar 3, meðan Hvítarusslandi endaði aftast í EM-undankappingarbólki 10.

FØROYAR

1. Eyðgerð Mikkelsen (GK), 2. Rebekka E. Danielsen, 4. Poula Andreasen, 5. Rebekka J. Olsen, 6. Rúna Olsen, 7. Rebekka K. K. Olsen (16. Sólvá S. Olsen, 80'), 8. Jensa K. Tórolvsdóttir, 9. Sara Samson Lamhauge (14. Emma Hansdóttir, 70'), 10. Julia N. Mortensen (C), 11. Mona Rasmusdóttir og 15. Sanna Jacobsen

Eykaleikarar
12. Randi á Bergi (GK), 3. Armgarð Undir Leitinum, 13. Hanna K. Poulsen, 17. Julia H. D. Henriksen og 18. Sonja T. Dalsgaard

Venjarar

Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein