Mynd: FSF

U17 landsliðið úttikið


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Tíðindaskriv

12.09.2017 - 16:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Thomas Thinggaard, venjari, hevur úttikið U17-landsliðið við dreingjum, sum í døgunum 25. september til 4. oktober skal til Finnland at taka lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini.

- Vit fara til Finnland í trúnni á, at vit kunnu yvirraska. Stórt bjartskygni er í hópinum, og spælararnir trúgva veruliga uppá, at tað ber til, sigur Thomas Thinggaard, venjari.

Í døgunum 25. september til 4. oktober fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Finnland, har liðið skal taka lut í fyrsta innleiðandi umfarinum í EM-undankappingini. Hópurin hevur fyrireikað seg væl, og nú er greitt, hvørjir teir 18 verða, ið skulu umboða Føroyar.

Hópurin
Áki Hentze, Andrass Johansen og Pætur Eliasen, B36.
Bárður Ó. Jensen, B68.
Símun Sólheim, Brøndby IF (DEN).
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (DEN).
Bjarti Vitalis Mørk, Leivur F. Guttesen, Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen, HB.
Jóhann Hansson Joensen og Sámal Jákup Jóhannusarson, Hvidovre IF (DEN).
Óli Eyðsteinsson Poulsen og Olaf K. Hansen, KÍ.
Meinhard Debes Geyti, NSÍ.
Peter Bergmann Hansen, OB Odense (DEN).
Gulak Andrias Jacobsen, SønderjyskE (DEN).
Elias El Moustage, AaB Ålborg (DEN).

Umframt Føroyar og vertslandið, verða Ísland og Russland eisini við í kappingini, og sambært føroyska venjaranum, so eru russar favorittar.

- Fyrr í ár, tá NM var í Íslandi, møttu vit ímóti Finnlandi, so teir kenna vit væl. Ísland og Russland havi eg sæð eitt sindur til á video, og tað eru tvey góð lið. Men vit trúgva avgjørt uppá okkara møguleika, sigur Thomas Thinggaard, U17-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin
27. september Russland - Føroyar
30. september Ísland - Føroyar
3. oktober Føroyar - Finnland

Allir dystirnir verða klokkan 11:00, føroyska tíð.