U17-dreingirnir vunnu fyrsta settið á Svøríki



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.10.2017 - 17:04

Ítróttur >

U17 landsliðsleikararnir spældu fyrsta landsdystin í NEVZA kappingini seinnapartin í dag. Dysturin var ímóti Svøríki.

Dreingirnir byrjaðu væl og vunnu 1. sett 25-20. Annað settið var eisini sera javnt, men Svøríki vann 25-22,

Í 3. og 4. setti komu sviar best frá byrjan, og hildu henda munin bæði settini, men føroyska liðið spældi til tíðir sera væl, men kláraðu ikki at halda trýstið í longdini.

Alt í alt ein spennandi dystur, við góðum flogbóltsspæli frá føroysku dreingjunum.

Svøríki - Føroyar 3-1 (20-25), (25-22), (25-21), (25-19)

Føroysku U 19 kvinnunar byrjaðu klokkan 16 sín seinna dysti í dag, sum er ímóti Noreg.

Dystirnir verða vístir beinleiðis her: http://www.volleytv.dk/