Stórur fagnaður á teimum ungu B36-leikarunum eftir seinasta bríks í Gundadali í kvøld.

U18: B36 er føroyameistari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

12.10.2017 - 20:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

U18-dreingirnir hjá B36 hava í kvøld tryggjað sær meistaraheitið í deildini. Hetta gjørdu teir við at vinna 1-0 á grannunum úr HB.

Tað kom bert eitt mál í dystinum. Tað varð skorað stutt fyri hálvleik. Málið kom eftir gott hornasparksinnlegg úr vinstru, sum endaði við, at miðverjin Oskar í Haraldsstovu Weihe fekk stýrt bóltin í málið. Talan var um fyrsta málið í ár hjá verjuleikaranum, og tað var tað málið, sum endaliga tryggjaði B36 FM. B36 helt fast um leiðsluna, og kann nú kalla seg føroyameistara.

Hjá B36 er talan um fyrsta føroyameistaraheitið síðani 1972 í elsta ungómsárganginum hjá dreingjum; tað sum nú nevnist U18, og fyrr nevndist unglingar. Tað er eitt umfar eftir í deildini enn, men B36 er fimm stig frammanfyri NSÍ, ið sostatt ikki kann fáa havnardreingirnar aftur. Tað er tó greitt, at NSÍ fær silvurið, og mótstøðuliðið hjá B36 í kvøld, HB, fær bronsuheiðursmerki. B36 hevur framvegis ikki tapt ein dyst í ár.