(Mynd: Ári Rouch)

U18 hondbóltsmenninir taptu fyri fysiskt sterkum turkum

Innsent

16.08.2016 - 21:29

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroysku U18-menninir taptu EM-dystin í kvøld 33-27 fyri Turkalandi, eftir 19-13 í hálvleikinum. Turkararnir vóru stórir og tungir og høvdu okkara trupult við at halda teimum í verjustøðu, samstundis sum neyvleikin í álopinum sveik.

Talan var um ein dyst, sum aldrin veruliga gjørdist spennandi. Føroyingarnir komu illa frá byrjan við at brenna ov illa og legði turkiska liðið seg fleiri mál framum beinanvegin. Føroyska liðið hevði eina góða periodu mitt í fyrra hálvleiki og komu upp á 10-13. Hareftir skrædnaði aftur og var støðan 19-13 í hálvleikinum. Í seinna hálvleiki gekk heldur frægari og endaði seinni hálvleikur javnur 14-14.

Eins og í gjár vóru skoringsprosentini ov lá og talið av tekniskum villum ov høgt.

Serliga vengurnir høvdu trupult við at fáa skotini at sita.

Dagsins leikari hjá Føroyum var valdur Brandur Halgirson.

Í morgin spæla føroyingarnir móti Luksemburg klokkan 15:30 føroyska tíð.

Málskjúttar:

Bartal Klein Olsen 5 (3), Brandur Halgirson 4, Niklas Højgaard Hanusarson 4,

Ólavur av Fløtum Mittún 3, Rani Højgaard 3, Høgni Zachariassen 2, Tróndur

Wardum 2, Jóni Guttesen Viderø 2, Johan í Garðastovu 1, Vilhelm Poulsen 1,

Málmenn:

Hørður Trygvason 29%

Uni Petersen 17%