U19 landsliðsmanningin, sum byrjaði dystin (Mynd: Kristian Poulsen)

U19 landsliðið fekk fantastiskt úrslit í Montenegro

Tíðindaskriv

10.11.2016 - 19:31

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað eydnaðist føroyska U19-landsliðnum við dreingjum at vinna 2-1 á vertslandinum í gjár, í fyrsta EM-undankappingardystinum í Montenegro. Hetta skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni.

- Hóast oddsini av álvara vóru ímóti okkum, og Montenegro var á heimavølli, so trúðu vit allir fult uppá, at vit kundu fáa eitt gott úrslit – eisini tá vit í hálvleikinum vóru aftanfyri við einum máli. Men í seinna hálvleiki var avrikið rættuliga gott. Vit megnaðu at venda dystinum, og koyrdu í grundini sigurin trygt heim, sigur Eyðun Klakstein, ið er annar av U19-landsliðsvenjarunum, við heimasíðuna hjá FSF.


Mikudagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Budva í Montenegro. Og við 2-1 sigri á vertslandinum, hevur føroyska liðið fingið eina framúr byrjan á kappingina.

Tað var annars Montenegro, ið kom á odda tíggju minuttir fyri steðgin, og 1-0 til heimaliðið var eisini hálvleiksstøðan. Men í seinna hálvleiki reisti føroyska liðið seg, og við málum frá Hannes Agnarsson og David Muller vunnu Føroyar 2-1.

- Fyrst og fremst vóru vit ágrýtnir og væl skipaðir, og tað røkkur langt. Harafturat vóru vit eisini hvassir í mótálopum og deyðbóltum, sum samanlagt rakk til ein góðan sigur, sum vit vónandi kunnu brúka til eina góða endastøðu í bólkinum, sigur Eyðun Klakstein, og leggur afturat, at nú hava okkara dreingir spælt seg í eina góða støðu, sum vónandi endar við, at føroyska liðið sleppur víðari í kappingini.

- Nú skulu vit rinda møðina og njóta sigurin, men fyrireikingarnar til næsta dyst byrja eisini beinanvegin. Vit vita, at sterk mótstøða bíðar okkum í teimum báðum næstu dystunum, sum eru eftir at spæla, og at vit skulu avrika á høgum støði fyri at koma eitt stig víðari í kappingini, sigur Eyðun Klakstein, ið saman við Oddbjørn Joensen stendur á odda fyri U19-landsliðnum við dreingjum.

Í dystinum millum hini bæði londini í bólkinum, Kypros og Kroatia, gjørdist úrslitið 4-0 til kroatar. Fríggjadagin 11. november spæla Føroyar og Kroatia, meðan dysturin ímóti Kypros verður mánadagin 14. november.

FØROYAR
1. Rói Mørk Hentze (GK), 3. Ari Olsen, 4. Bjarni Petersen (C), 5. Ólavur Niclasen, 6. Jákup Andreasen, 7. Janus Svabo Samuelsen, 8. Petur Knudsen (18. Pætur Petersen, 68’), 9. Hannes Agnarsson, 10. Teit Jacobsen, 11. David Muller (15. Erlendur Magnusson, 90’) og 16. Andri Benjaminsen

Eykaspælarar
12. Rói Zachariassen (GK), 2. Jóhan Waag Høgnesen, 13. Petur í Túni Petersen, 14. Hjalti Kárason Djurhuus og 17. Mórits Heini Mortensen.

Venjarar
Eyðun Klakstein og Oddbjørn Joensen