Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

U21: Hesir byrja ímóti Georgia



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

10.10.2017 - 13:37

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í EM-undankappingardystinum ímóti Georgia, sum verður á Tórsvølli í dag klokkan 17:30.

Í dag klokkan hálvgum seks spælir føroyska U21-landsliðið fjórða dystin í undankappingini til EM 2019, sum verður í Italia og San Marino.

Hópurin hevur verið saman síðani leygardagin, og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, sum Eli Hentze, venjari, og Hegga Samuelsen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan.

Karstin Hansen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Benjamin Heinesen, Bartal Wardum, Bjarni Petersen og Erlendur Magnusson. Á miðvøllinum byrja Jóannes Bjartalíð, Betuel Hansen, Hákun Edmundsson, Teit Jacobsen og Meinhard Olsen, meðan Jákup L. Thomsen verður í álopinum.

Á bonkinum vera Elias Rasmussen, Ari Olsen, Ólavur Niclassen, Jákup B. Andreasen, Jann Benjaminsen, Pætur J. Petersen. Jákup Vatnhamar Olsen, Daniel Johansen og John J. Frederiksen.

- Hetta verður avgjørt ikki nakar lættur dystur, og tað kann roknast við, at teir koma at hava bóltin nakað meir enn okkara. Men vit skulu tora at trýsta longri frammi á vøllinum, og so skulu vit eisini vera klárir til umstillingar og fara í skjótálop, sigur Eli hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Tað verður ókeypis atgongd til U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Georgia.