U21 hondbóltur: Sveis vann greitt á Ísrael

Niels Petersen

08.01.2017 - 16:45

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

HM undankappingardysturin millum Sveis og Ísrael er liðugur fyri lítlari løtu síðan, og tað endaði við at Sveis vann dystin 31-23, eftir at hava verið á odda 14-11 í steðginum. Fyri føroyska liðið merkir hetta, at okkara hava ráð at tapa við tveimum málum móti Finnlandi, og hóast tað, enda ovastir í bólkinum.

Tá føroyska U21 landsliðið fer á vøllin móti Finnlandi í bólkafinaluni í bólki 7 í HM undankappingini, so er tað við vitanini um, at vit hava eitt gott útgangsstøði. Føroyska liðið kann tapa við upp til tveimum málum, og hóast tað kvalifisera seg sum vinnarar av bólkinum. Tað eigur tó, á ongan hátt, at gerast ein sovipúta, tí hvør maður má kempa reyvina úr shortsunum fyri at náa víðari luttøku.