U21 menninir møta Týsklandi og Noreg

Ingi Samuelsen

10.05.2017 - 14:55

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroysku U21 menninir í hondbólti fáa – sum væntað – harða mótstøðu, tá teir í summar skulu spæla um heimsmeistaraskapið í Algeria.

Í dag var lutakast um hvussu londini skulu hittast, og Føroyar komu í Bólk A saman við Týsklandi, Noregi, Ungarn, Suðurkorea og Kili.