Meinhard Egilsson Olsen stóð sera sterkur í myndini í kvøld, har føroysku leikararnir avrikaðu framúr væl.
Meinhard skoraði og legði upp, men tað var akkurat ikki nóg mikið til trý stig.
(Mynd: Sverri Egholm)

U21: Pólland javnaði í evstu løtu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

10.11.2017 - 18:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í kuldanum í kvøld vóru føroysku U21-dreingirnir tætt við at skapa eina stóra sensatión, tá Pólland vitjaði á Tórsvølli í kvøld.

Føroysku leikararnir framdu eitt framúr avrik, har arbeiðs innsatsurin var í topp, og har føroyingar høvdu fleiri sera goð álop. Pólland legði seg á odda við brotssparkið tíggju minuttir fyri hálvleik, men føroyingar arbeiddu seg innaftur í dystin, og góðar fimm minuttir inn í seinna hálvleik varð Teit Jacobsen feldur, og so var brotsspark til Føroyar. Tað umsetti sera eyðsýndi Meinhard E. Olsen trygt, og so var 1-1.

Eftir málið hevði Føroyar eina góða periodu, men so fekk Pólland lagt eitt trýst á. Tað gav tó ikki úrslit, og í 79.minutti dummaði málskjútin há Póllandi, Dawid Konawcki seg. Liðformaðurin fekk seinna gula kortið, og í minuttinum eftir hetta fekk Føroyar horna. Meinhard legði bóltin sera væl tætt innfyri málið, og har var Bjarni Petersen hægstur, og legði Føroyar á odda.

Føroyingar vóru nú á gosi: 2-1, ein maður í yvirtal og bert 10 minuttir. Men tíverri megnaði Pólland at javna í 94.minutti eftir hornaspark. Sera harmiligt fyri føryingar, ið leiktu ein sera góðan dyst ímóti 2.seedaði liðnum í bólkinum. Føroyar høvdu eisini góðar møguleikar at økja, men tað vóru nakrir sera skuffaðir føroyskir leikarar, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Føroyingar hava nú fimm stig fyri fimm dystir, og liðið er ósigrað seianstu tríggjar dystirnar. Komandi uppgáva er í mars í 2018 í Georgia.

Føroyar (4-5-1): Karstin Hansen - Erlendur Magnusson, Bjarni Petersen, Bartal Wardum, Ólavur Niclasen(81.min: Jákup Vatnhamar Olsen) - Teit Jacobsen, Hákun Edmundsson, Betuel Hansen(89.min: Ari Olsen), Jákup B. Andreasen, Meinhard E. Olsen(86.min: Jóannes Bjartalíð) - Jákup Thomsen

Venjari: Eli Hentze