Uber fyritøkan fjaldi leka: Stjólu upplýsingar hjá 57 milliónum brúkarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

22.11.2017 - 23:28

Mentan > Uttanlands > Annað
Í oktobur mánaði í fjør, varð stóra fyritøkan Uber offur fyri einum heimsfevnandi broti, tá ið teldusníkar fingu atgongd til upplýsingar hjá 57 milliónum brúkarum. Teir fingu hendur á persónligum upplýsingum, so sum nøvnum, teldupostum og telefonnumrum.

Eisini fingu teir hendur á koyrikortnumrum hjá uml. 600.000 amerikanarum. Uber valdi síðan at rinda teldusníkunum 100.000 dollarar, slakar 630.000 kr, fyri at strika upplýsingarnar og at halda brotið dult.

Távernadi stjórin, Travis Kalanick, visti av brotinum,men valdi at fjala tað fyri almenningini.Tvey starvsfólk, ið kendu til brotið, vórðu koyrd eftirfylgjandi.

"Hetta áttii ikki at komið fyri, og er hetta sera óheppið", sigur Dara Khosrowshahi, núverandi stjórin í Uber. "Hóast tað ikki er gjørdligt at strika fortíðina, kann eg vegna øll starvsfólkini í Uber siga, at vit hava lært av feilinum."

Uber hava síðan bjóðað teimum, ið vórðu persónliga rakt av brotinum, ókeypis krediteftirlit.

Skrivað hevur Edvin H. Niclasen