Peter Krogh(t.v) gjørdist føroyskur toppskjútti við sjey málum.

Ukraina vann tryggan sigur

Agnar Frederiksen

11.01.2018 - 17:20

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tað eydnaðist ikki hjá føroyska liðnum at arga Ukraina í fyrsta HM-undankappingardystinum í Bolzano. Til tað var mótsøðan ov sterk. Hetta var hóast talan var um eitt føroyskt lið, sum stríddist væl og til tíðir hekk væl í.

Ukraina er eitt land, ið hevur luttikið til fleiri HM og EM endaspøl í hondbólti. Liðið hevur leikarar ið leika í millum annað týsku Bundesligaini og bestu fronsku deildini. Føroyingar vistu áðrenn, at talan fór at vera um sera truplan dyst. Tað gekk tó rímiliga væl hjá føroyingum at fylgja við í fyrra hálvleiki. Føroyingar høvdu sera trupult við at steðga effektiva álopsspælinum hjá mótstøðuliðnum. Ukrainar vóru sera skotsterkir, og serliga vóru tað bakkarnir, ið fingu nógv mál. Málverjarnir hjá føroyingum fingu ikki fatur á nógvum, og talan var ofta um dundurskot sum flugu inn í netmeskarnar.

Í álopsspælinum gekk rímiliga væl. Føroyingar skoraðu leingi nóg mikið av málum, til at halda sambandið. Millum annað kom Peter Krogh veruliga í gongd seint í fyrra hálvleiki, og helt á við at smekka bóltarnar í ukrainska málið fyrstu tíggju minuttirnar av 2. hálvleiki. Men tað gjørdist tyngri at fáa mál fyri Peter og hinar á føroyska liðnum. Eftir at munurin var fýra mál í hálvleikinum, menti tað seg til, at Ukraina í løtum var á odda við 10 málum í 2.hálvleiki. Føroyingar brendu ov nógvar møguleikar, og verjuspælið hekk ikki heilt saman. Ukrainar vóru sera væl fyri fysiskt, og tað vunnu teir nógv upp. Og so var hepni heldur ikki altíð við føroyska liðnum.   

Føroyar byrjaðu við  Niklasi Simonsen í mál, Róki Akralíð á strikuni, og so hesum fimm frá høgru til vinstru: Niklas Selvig, Peter Krogh, Jónas G. Djurhuus, Hilmar Leon Jakobsen, Høgni Klein Olsen.
Allir leikararnir komu inn og spældu í dag. Millum annað spældi Sjúrður Olsen allan 2.hálvleik á vinstra vongi, og Ári Dam stóð leingi í málinum. Hóast tað var ein harður dystur, so fingu føroyingar brúkt hópin væl, so at kreftirnar vónandi ikki eru nógvar Í morgin, tá dystur longu er dystur aftur. Tá er tað sterka rumenska liðið er á skránni. Hesin dysturin byrjar kl.15.30 føroyska tíð.

 

Føroyar – Ukraina 22-30(13-17)

Málskjúttar fyri Føroyar:

Peter Krogh 7
Niklas Selvig 6(3)
Hilmar Leon Jakobsen 3
Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 2
Kjartan Johansen 2
Jónas G. Djurhuus 1
Fríði Weyhe 1