(Tingvarpið)

- Um eg ikki skal samtykkja hetta skal samgongan prógva sítt dirvi

Sverri Egholm

14.02.2018 - 20:53

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Um eg ikki skal taka undir við einari rættiliga alternativari loysn, sum eg haldi hetta er, so skal samgongan prógva sítt dirvi, og koma við einari ætlan, har øll rinda.

- At samgongan skal tora at siga greitt hvussu takstir framhaldandi verða skipaðir, segði Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi undir 1. viðgerð av uppskotinum hjá andstøðutingfólki um tunlar norð um Fjall.

Semja var sum heild millum tingfólk um at tunlarnir skulu gerast sum skjótast. Ruth Vang, fíggjarnevndarforkvinna, gjørdi tó vart við at tingið átti, at hildið seg til samlaða íløgukarmin.