Lukas Graham setti veruliga lív í regnvátu fjøldina (Mynd: Jens Kr. Vang)

- Um hetta er regn, regnar tað altíð

Sverri Egholm

10.08.2017 - 23:47

Mentan > Mentan > Tónleikur

Soleiðis segði væl upplagdi Lukas Graham í regninum á Vágsbøi í kvøld.

Hann lat ballið upp, og tað var veruliga eitt ball. Sera væl samanspældi bólkurin spældi framúr allan vegin í gjøgnum og sjálvur forsangarin gjørdi eisini sítt til, at áhoyrarnir fingu eina góða uppliving.

Lukas nevndi fleiri ferðir hvussu gott tað var, at vera aftur í Føroyum og, at hann hevði gloymt hvussu hart føroyingar sungu. Føroyskt øl vildi hann eisini hava, tí tá hann kom á pallin stóð ein belgisk øl klár til hann.

- Eg havi ferðast alt ov nógv til at drekka belgiskt øl í Føroyum, segði hann og stoytti ølina burtur.

- Gev mær eina føroyska øl, rópti hann.

Og aftaná alt róparíið gjøgnum alla konsertina var tó neyðugt við einum heitum temunni, tí røddin bleiv so hás. Summi hildu at tað hoyrdist aftur í síðsta lagnum í kvøld, sum var stóra hittið “7 Years”.

So fóru Lukas Graham dreingirnir av pallinum, og so var ikki meira. Einki eykalag, men eftir stendur, at konsertin var sera góð og veruliga setti lív í regnvátu fjøldina.

Hvørja løtu byrjar Konni Kass í Tjaldinum, og beint eftir midnátt spælir Sámal Ravnsfjall á Torginum. Danny & The Veetos enda kvøldið á Vágsbøi og byrjar klokkan 1.

Sí eisini: Hóskvøld á Summarfestivalinum 2017