Um sandoyarveðrar og kræmarhúsbóndur




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

05.10.2014 - 13:59

Tíðindi > Seyðahald

Ein eldri mynd, sum Kári við Stein, búsitandi í Grønlandi hevur sent okkum.

- Hesin er veturgamal, men sum tvævetur vá hann 80 pund. Minnist meg rætt, so er hetta frá 1967, eg var sjálvur 18 ára gamal, skrivar Kári við Stein.

Kári heldur, tað eru nakrir øgiligir veðrar, sum lata lív nú á døgum. Sjálvur minnist hann, at størsta veturgamla lamb hann hevur átt, vá 45-48 pund. Nú viga veturgamlir veðrar, eitt nú á Sandoynni, frá 100 upp í 140 pund. Tað er ikki bara gras hesir veðrar fáa, men smaðurin er góður staðfestir avsendarin.

Kári við Stein greiðir soleiðis frá:

- Eitt árið fekk eg ein brundseyð úr Skopun aftan á brundtíðina frá Gregor Hentze, sála. Hann kom norður við gomlu Rituni. Eg bar hann undir arminum niðjan á trøðna. At hann kundi røkka nakra ær er mær ein gáta. Hann varð gøddur sum hinir seyðirnir, sum eg hevði. Um heystið vá hann 48 pund, men nú á døgum viga teir tríggjar ferðir so nógv, upp móti 140 pundum. Bara av grasi?

Kári við Stein endar við hesi søguni:

- Ein mammubeiggi mín plagdi at vera í Havn hjá okkum. Hann lærdi meg nógv um seyð. Hann sat oftani í vindeyganum og hugdi út. Tá hann sá traðarmenn, sum høvdu trøð við Hoyvíksvegin, fara við posa undir arminum - 1-2 kilo av kraftfóðri - tá segði hann: "Kári nú fer ein av Kræmarhúsbóndunum at geva sínum seyði".

--

Send Portalinum tínar fjallmyndir og/ella flettingarmyndir. Brúka tænastuna "Veitst tú eina søgu?" til vinstru fremst á Portalinum, ella send teldupost beinleiðis til redaktion@knassar.fo