(Mynd: EPA)

Umhugsa at broyta navnið á Suðurafrika



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 12:38

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Suðurafrika er tað landið á afrikanska meginlandinum, ið framvegis ber sama navn, sum landið hevði undir hjálandatíðini. Men nú verður alsamt meira tosað um at geva landinum eitt meira hóskandi navn. Seinast varð hetta nevnt av suðurafrikanskar mentamálaráðharranum Nathi Mthethwa, skrivar netmiðilin theculturetrip.com.

Suðurafrika fekk sítt navn av bretskum hjálandastovnarum, sum løgdu fýra hjálond saman í eitt, ið varð kallað The Union of South Afrika. Í 1961, tá landið fekk nýggja grundlóg, fekk tað navnið Republic of South Africa.

Ráðharrin vísir á, at tað hevði hóskandi við einum øðrum navni, tí núverandi navnið bert er ein ”landafrøðilig staðfesting av hvat landið liggur” heldur enn eitt landanavn.

Navnabroytingar eru als ikki vanligar í Suðurafrika. Síðan apartheid-stýrið fall fyri ANC-rørsluni, eru hópin av navnabroytingum farnar fram. Gøtur, býir, bygdir og enntá landspartar hava fingið navnabroyting – men higartil hevur ikki verið roynt av álvara at broyta navnið á landinum.

Fleiri lond í Afrika hava fingið nýggj nøvn eftir at tey hava fingið sjálvstýri, herav flestu av grannunum hjá Suðurafrika. Namibia (South West Africa), Botsvana (Bechuanaland), Mosambik (Portugisisk Eysturafrika), Simbabvi (Rhodesia) og Lesoso (Basutoland) skiftu øll navn stutt eftir at tey høvdu fingið sjálvstýri.

Undir apartheit-stýrinum fóru tjóðskaparligar politiskar rørslur sum PAC og Azapo at kalla landið fyri Azania, sitt uppruna arabiskt orð, ið verður hildið at vera upprunanavnið á suðurspíssinum av Afrika.

Azania er higartil einasta alternativa navn fyri Suðurafrika, sum higartil er komið fram, skrivar theculturetrip.com.