(Mynd: IRF)

Umhvørvisátakið Slóða fyri í Klaksvíkar kommunu við fjølbroyttari skrá



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

15.05.2018 - 20:53

Mentan > Heilsa & Umhvørvi > Endurnýtsla

Klaksvíkar kommuna boðar frá á heimasíðuni, at umhvørvisátakið Slóða fyri verður í kommununi frá 13. – 19. mai. Evnið í ár verður "Vit og skil", og høvuðsendamálið er at eggja øllum í kommununi at skilja enn meira burturkast.

Tað er Norðoya kunningarstova, ið samskipar árliga umhvørvisátakið hjá Klaksvíkar kommunu, sum í fjør fekk heitið Slóða fyri. Slóða fyri verður skipað eftir sama leisti, sum umhvørvisvikan higartil, og eitt nú eru ruddingardagar framvegis ein inngrógvin partur av skránni.

Endamálið við Slóða fyri er at kveikja áhugan hjá borgarum og fyritøkum í kommununi at ganga á odda í spurningum um umhvørvisvernd og hvør í sínum lag at slóða fyri. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, sum varpa ljós á burturkast sum eitt tilfeingi, ið kann gagnnýtast enn betur, um vit minnast til at skilja tað.

Mikukvøldið verður kjakfundur um burturkast, skiljing og endurnýtslu í Spaniastovu. Luttakarar verða umboð frá Endurnýtsluni í Klaksvík, Ringrás, IRF og Klaksvíkar kommunu, umframt landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Orðstýrari verður Ragnheiður Bogadóttir frá Fróðskaparsetri Føroya. Kjakið fer at taka útgangsstøði í Vit og skil í eina viku, eitt átak har fýra borgarar í kommununi royndu seg við at skilja alt húsarhaldsrusk í eina viku (sí meira um tiltakið á facebooksíðuni Slóða fyri).

Øll skráin fyri átakið sæst her.