Umleið 60 hvalir gjørt landgongd í Hvannasundi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

05.07.2017 - 15:45

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

Grindin, sum seinnapartin varð funnin í Svínoyarfirði hevur nú gjørt landgongd í Hvannasundi.

Tað gekk væl at reka, men drápið tók eitt sindur longri enn væntað tí ein bólkur av hvalum ikki gjørdi landgongd beinanvegin. Men tað eydnaðist so løtu seinni, og tá gekk betri.

Mett verður, at grindin liggur um 60 hvalir.