Mynd: Ó

Ummæli: Hevndin úr havsins dýpi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hanus Samró

10.05.2018 - 18:38

Mentan >

Í sambandi við at Steintór Rasmussen, rithøvundur og tónaskald, gav út bókina "Horvna Rósan", ið er triðja bókini í røðini um bindakiubbadamurnar, hava vit fingið loyvið at endurgeva ummælið av bókini "Hevndin úr havsinsdýpi", ið var í Ó-blaðnum nr. 3. Hanus Samró hevur ummælt.


Steintór Rasmussen gav sína fyrstu skaldsøgu, “Deyðin fer í bindiklubb”, út í november 2016. Bókin snúði seg í stuttum um ein bindiklubb og eitt dráp í Norðvík. Drápskvinnan sat millum damurnar í bindiklubbanum, men hvør var hon?

Klassi
Bókin var serstakliga væl úr hondum greidd. Spennandi og fangandi. Sum lesari var torført at sleppa bókini. Kapitlarnir vóru stuttir, lætt lesiligir og livandi. At fyrsta bókin hepnaðist so mikið væl, kann vera “beginners luck”. Tað kunnu øll. Men at endurtaka bragdið er ein dygd. Vísir yvirskot og klassa. Og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Steintór Rasmussen hevur sementerað sín status sum krimirithøvundur við nýggju bókini “Hevndin úr havsinsdýpi”. Hon er betur skrivað, meir spennandi og verri at sleppa. Um tað ikki var fyri arbeiði, hevði bókin verið etin í einum – tí mátti hon dríggjast í tríggjar dagar.

Hevndin úr havsins dýpi
Nýggja bókin er framhald av fyrru. Bindiklubburin er framvegis snúningsásin. Hesa ferð skulu tær hittast við Gjógvará. Veðrið er gott. Sama dag, sum kvinnurnar skulu avstað boðar útvarpið frá, at ein útróðrarbátur hevur funnið ein gummistivla frá eftirlýsta sjómanninum úr Suðurvági. Hendingin steðgar ikki bindiklubbanum. Tær skulu njóta eitt hugnaligt vikuskifti uttan mann og børn í friðarligu bygdini. Men friðurin er stokkutur. Sama kvøld beinir ein maður fyri sær í bygdini við at heingja seg og seta eld á húsini. Løgreglan kemur á staðið. Men ein av bindiklubbadamunum er horvin. Hvar er hon? Er hon gingin burtur? Tikin? Er samband millum hongda mannin og horvnu bindiklubbadamuna?

Imponeraður
Fyri at siga akkurát sum er, eg var skeptiskur, tá eg hoyrdi um bókina og bindiklubban fyrstu ferð. Hvussu gert tú plottið spennandi, uttan at soðið verður ov tunt? Ein bindiklubbur við einum drápsmanni. Come on, tað kann ikki verða gott. Eg tók grúiliga feil. Fyrsta bókin var framúrskarandi. Hon varð gloypt í einum. Tí var eg øgiliga spentur, tá Steintór sendi nýggja handritið. Kláraði hann at endurskapa spenningin? Rúnarbinda á sama hátt? Svarið er dundrandi ja.

“Hevndin úr havsinsdýpi” telist millum bestu krimisøgurnar í landinum. Jógvan Isaksen hevur leingi sitið á krimitrúnuni við Hannisi Martinssyni, men bindiklubbin hjá Steintóri Rasmussen tekur dystin upp. Sjálvandi kann bindiklubbur vera snúningsásin í eini krimi. Har eru frammanundan nógvar konfliktir og gamalt agg. Tað sóu vit í fyrstu bókini. Í nýggju bókini er tað so horvna vinkonan. Hvat skulu bindiklubbadamurnar gera? Løgreglan stendur á berum. Tíðin rennur undan. Okkurt má gerast. Sum við øðrum krimisøgum taka tær sakirnar í egnar hendur. Akkurát sum blaðmaðurin Hannis Martinsson. Eg skal viðganga, at tað kendist eitt sindur løgið at byrja við, tí eg havi næstan bara lisið krimisøgur um menn, men eg var positivt bilsin. Steintór Rasmussen dugir væl at fanga lesaran og leiða hann í gjøgnum nógvu og fløktu spurningarnar. Tað eru kortini onkrar hendingar, ið eru eitt sindur ov tilvildarligar, har rithøvundurin hoppar, har garðurin er lægstur.

Løgreglan hevur onga slóð at elta, meðan bindiklubbadamurnar koma skjótt á slóðina. Samanborið við krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen hevur høvuðspersónurin Hannis Martinsson tveir vinmenn at styðja seg: nasadjarvi Harald, ið ikki blúgvast við at fara við Hannisi á vandaferð, og gløggi Edmund West, ið er vællisin og kennir føroyska søgu sum sín egna buksulumma. Ein góð og spennandi kombinatión.

Steintór Rasmussen brúkar eitt sindur av tí sama. Ein av kvinnunum er journalist. Hon er tann forvitna og viljasterka, ið ikki vil bíða eftir løgregluni. Hon vil taka sakina í egnar hendur. Ein onnur er sjúkrasystir. Hon hevur yvirlit, tá á stendur. So er tað tann bangna, ið verður drigin við. Fyri at nevna nakrar.

Samansetingin er fín. Eingin ivi um tað. Í hesum førinum verður tað viðvhørt eitt sindur ov tilvildarligt. Har manglar kanska tann vælvitandi Edmund West. Persónurin, ið veit alt. Ikki tí, Steintór ger tað. Hann brúkar familjuna og konseptið: á bygd vita øll um alt. Men sum sagt, tað er kanska ov tilvildarligt.

Men hetta er eitt lítið kuriosum í krimisøguni, tí hon er næstan ómøgulig at sleppa. Kapitlarnir eru stuttir og lætt lesiligir. Steintór dugir væl at skifta í millum persónar, tíð og stað. Ein eginleiki, ið er torførur at megna. Men tað ger hann fyrimyndarliga. Har er einki at fýlast á. Tí vil eg avgjørt viðmæla øllum at lesa bókina “Hevndin úr havsinsdýpi”.

Hon er perfekt til summarið.

Tekstur: Hanus Samró

Rithøvundur: Steintór Rasmussen
Mál og sjangra: føroyskt, krimi

Útgivin: 2017, 305 síður