Suðuroyar kabarett. Leikstjóri er Klæmint H. Isaksen. (Mynd: Rúni Thomsen)

Ummæli: Suðuroyar kabarett



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

03.03.2018 - 16:15

Mentan > Mentan > Sjónleikur

Sum eitt snarljós av bláum himli, ja soleiðis er sjónleikaralívið í Suðuroy birt av nýggjum. Ikki minst í mentanaraborgini á Drelnesi, okra egna Salt Silo.

Fyrsta framførslan var Suðuroyar Kabarettin, sum er ein skemtileikur um gerandisligar hugmyndir av Suðuroyingum og Suðuroy. Lítið verður avdúkað í ummæli.

Mong kend fólk úr nærumhvørvinum trína á pall, og mær vitandi eru øll nýggj, men ikki ber tað brá av, at hetta er fyrstu ferð hesi spæla sjónleik. Tvørturímóti, so vóru framførslurnar hjá teimum einstøku neyvar og náttúrligar, og sum heild var uppsetan, pallur og framlørsla væl úr hondum greitt og úrslitið varð stórsligið!

Aftaná látur kemur grátur sigur orðatakið, men hetta tí, at man sat í skellilátri allan leikin á tamb. Óstýriligt!

Frá politisku satiruni, sum í síni heild bæði var stuttlig og beinrakin, til ymiskar skemtiligar táttar, har gnisini blivu til stórlátur við hvørjari vending. Kendur persónar og skemtiligar støður. Ein kendur táttur teirra millum var Grillbúðin hjá Símun, sum fekk lyklastøðu í teimum mongu táttunum, men tað riggaði væl til ymisleikan, og skiftini frá parti til annað, riggaði avbera væl eisini.

Ein tungmálmsbólkur, sum house band, ja tað var óvæntað, men halt k…. ikki tað var eitt gott ískoyti til leikin, har mong heimskend løg fingu eitt skemtligt Suðuroyar hami.

Framtíðin er bjørt og mangar kabarettir liggja í væntu, og ikki stúri jeg fyri, at aðrir leikir eisini verða líka gott framførdir av Suðuroyar Sjónleikarafelag.

Jens Arni Leo Hammerfoss