Frá mótmælistiltakinum, sum foreldur skipaðu fyri á Vaglinum 3. januar (Mynd: Sverri Egholm)

Umrøða framvegis tiltøk í sambandi við verkfallið

Sverri Egholm

09.01.2018 - 17:16

Tíðindi >

Eini 30 fakfeløg sita í løtuni og fundast í Smæruni í Havn, har Starvsmannafelagið heldur til. Tey umrøða hvørji tiltøk skulu setast í verk í samband við verkfallið hjá pedagogunum, sum nú gongur á fimtu viku.

Tiltøk sum kunnu setast í verk eru millum annað samhugaverkfall og mótmælisgongur.

Pedagogfelagið er eisini til staðar og hevur greitt frá samráðingunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, sum endaði við verkfallið.

Enn er ógreitt hvussu leingi fakfeløgini fundast afturat, men tað kann væntast at vera ein tíma afturat, metti Óluva Zachariassen, tíðindafólk, í útvarpinum fyri løtu síðani.