Umsíðir eitt OL-gull til finnar

Ingi Samuelsen

24.02.2018 - 11:15

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Ikki fyrr enn nú á næstseinasta degi á olympisku vetrarleikunum í PyeonChang í Suðurkorea eydnaðist tað finnum at vinna eina kapping og harvið gullheiðursmerki.

Men tað hendi harafturímóti í kanska ta mest olympisku av øllum kappingum á olympisku leikunum, nevniliga teirri longstu kappingini í klassiskari skíðrenning, 50 kilometrunum, ella 5 míl, sum tey siga har yviri.

Sigursharri gjørdist 26 ára gamli Iivo Niskanen, sum harvið tryggjaði Finnlandi fyrsta gullheiðursmerkið hesaferð.

Hann rann teir 50 kilometrarnar í tíðini 2 tímar og 8:22,1 minuttir framman fyri tveimum russarum, sum renna undir olympiskum flaggi, nevniliga Aleksandr Bolshunov, sum fekk silvur og Andrey Larkov, sum fekk bronsu.

Rættiliga sjáldsamt, at Noreg als ikki fekk heiðursmerki í hesi kappingini. Besti norðmaður var Martin Sundby á fimta plássi.

Noreg hevur annars sett met á hesum leikunum við flest heiðursmerkjum. Tá norska liðið í alpinari skíðing í nátt vann bronsuheiðursmerki, setti Noreg eisini met við at vinna heiðursmerki nummar 38 undir olympiskum vetrarleikum.

Gamla metið átti USA, sum fekk 37 heiðursmerki undir OL í Vancouver fyri átta árum síðani.

Støðan er nú tann, at Noreg hevur vunnið 13 gull, 14 silvur og 11 bronsuheiðursmerki. Týskland hevur 13 gull, 8 silvur og 7 bronsu og Kanada hevur 11 gull, 8 silvur og 9 bronsu.

Svøríki liggur á sætta plássi við 6 gull og 6 silvur og Finnland liggur á 18. plássi við 1 gull og 4 bronsu.