(Mynd: Harald Bjørgvin)

Umstøðurnar við Leynarvatn verða betri eftir at KOKS er farið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.03.2018 - 18:05

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

- Eg kann vissa teg um, at Leynarvatn ikki fer at taka skaða av, at KOKS heldur til frammi við Gjónna í nakrar mánaðir. Heldur verða umhvørvisumstøðurnar betri, tá vit eru farin.

Stjórin í Gist og Vist, Johannes Jensen, er púra ovfarin av álopinum, sum Føroya Sílaveiðifelag í dag hevur sent út við grundgevingum móti at loyva stjørnuskrýdda Koks at reka matstovuvirksemi í gomlu húsunum hjá Betri banka frammi við Gjónna.

- Hvørja grund skuldu vit havt til at oyðileggja náttúruna? Tað hevði verið fullkomuliga ímóti hugsjónini hjá Koks. Vit fara til øki, júst tí at náttúran er nakað serligt, og tað vildi verið púra burturvið hjá okkum at brúkt álitið til at gjørt skaða á náttúruna, sigur Johannes Jensen.

Les eisini: Ávara móti ætlanunum hjá KOKS við Leynarvatn

Ein 'jóke' brúkt sum grundgeving
Hann upplýsir at tey flestu loyvini eru fingin til vega, so at matstovan kann lata upp eftir páskir. Hetta inniber loyvi frá eigarunum, frá lokalu friðingarnevndini og frá Yvirfriðingarnevndini. Einasta loyvi, ið vantar enn, er frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Sum dømi um, at Sílaveiðifelagið ikki hevur fatað, hvat projektið gongur út uppá, nevnir Johannes Jensen uppáhaldið um, at Koks ætlar at sigla fólkið yvirum við báti um so er, at yvirflóð er.

- Harragud – tað var sagt í spølni. Tað var ein 'jóke'. Á ástaðarfundinum vórðu vit spurd um, hvussu vit gjørdu tá tað floymdi, og eg segði, at so ringja vit bara eftir gummibátatænastuni. Tað brúkar sílaveiðufelagið nú sum eitt argument, sigur Johannes Jensen.

Ongin bygging á sandinum
Heldur ikki er ætlan at byggja nakað móttøkuhús við brúnna beint við omankoyringina til Leynarsang.

- Nei, vit ætla at seta okkara rullandi hjall, Skerpa, á økið at taka ímóti okkara gestum. Tað er hjallurin, sum vit hava havt standandi ymsa staðni í landinum, til dømis á Norðradalsskarði, í Kirkjubø og Gásadali. Talan er tí ikki um nakra bygging á økinum, sum sílaveiðufelagið vísir á.

Ferðslan veksur neyvan tað stóra
Hvat ferðsluni viðvíkur, vísir Johannes Jensen á, at virksemið á Koks neyvan fer at økja um ferðsluna, sum annars er í økinum á sumri. Hann greiðir soleiðis frá konseptinum:

- Okkara gestir sleppa ikki sjálvir at koyra niðan til matstovuna. Gestir, sum koma í egnum bilum skulu seta bilarnar frá sær áðrenn teir koma oman á sandin. Annars mæla vit okkara gestum til at koma við hýruvogni, sum setir gestirnar av við Skerpa, har vit taka ímóti.

- Síðan bjóða vit gestunum í ein bil – ein jeep – sum skal koyra gestirnar niðjan til matstovuna. Teir fyrstu seks-sjey gestirnir koma klokkan 18, teir næstu kl. 18.30 og teir seinastu klokkan 19. Talan er um einans 20-21 gestir hvørt kvøld, fimm kvøld um vikuna.

- Somuleiðis er við vørukoyringini. Øll vøra til matstovuna verður koyrd til Hotel Føroyar, har vit gera allan matin, og so koyra vit tað, sum er neyðugt at brúka við egnum bili norður. Hartil eru sjey fólk til arbeiðis á Koks. So tað verður altso ikki talan um ta nógvu ferðsluna.

Reinari útlát
Endiliga eru tað so spillvatnsviðurskiftini, sum er orsøkin til, at Johannes Jensen kann staðfesta, at umhvørvisviðurskiftini verða munandi betri, tá Koks er farin úr økinum.

- Í løtuni er tað so, at spillvatnið frá húsinum frammi við Gjónna fer í ein septiktanga og haðani verður vatnið leitt beinleiðis út í ánna. Vit fara at skifta henda septiktanga út við ein nýggjan, sum hevur eina serliga bio-filturskipan, sum ger at vatnið, ið rennur út í ánna verður nógv reinari, enn tað nú er.

KOKS arbeiðir annars við eini varðandi loysn fyri matstovuna, og tí er leiguavtalan, sum Gist og Vist hevur gjørt við Betri Banka einans galdandi fyri 2018, og sama er galdandi fyri loyvini, sum matstovan hevur fingið frá friðingarmyndugleikunum.