Kristin Michelsen, borgarstjóti á Tvøroyri (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Umstríddi býráðsfundurin á Tvøroyri verður 31. januar

Ari av Rana

26.01.2018 - 14:40

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

- Útsetti býráðsfundurin, ið skuldi verða 8. januar 2018 verður onsdagin 31. januar 2018 kl. í býráðssalinum á Tvørávegi 37. Áheitanin frá valbólkinum við Kristinu Roest, Súsonnu Bertholdsen, Boga Johannesen og Bjarna Hammer, um at velja nevndirnar av nýggjum, verður á skrá.

Soleiðis skrivar Tvøroyrar kommuna á Facebook.

Á fundinum skulu nevndirnar veljast av nýggjum. Hetta hendir eftir at Kristina Roest á Borgaralistanum, valdi at manna valbólk saman við Javnaðarflokkinum á Tvøroyri.

Valbólkurin heitti á Kristin Michelsen, borgarstjóra, at kalla til fundin beint áðrenn ársskifti, men hesum noktaði Kristin fyri. Síðani skuldi fundurin verið 8. januar, men bleiv útsettur.

Síðani hevur Kristin Michelsen tikið avgerð um at hann ikki vil atkvøða saman við samgonguni í løgtinginum, tí at Javnaðarflokkurin á Tvøroyri ikki vildi samstarva við seg.

Tá nevndirnar verða valdar av nýggjum, fer Kristin Michelsen væntandi at missa vald. Borgaralistin fer tá ikki at hava meirilutan í nevndunum.

Tó at nevndirnar verða valdar av nýggjum, verður Kristin Michelsen verandi borgarstjóri, tí at hesin situr fyri alt skeiðið. Men teska verður um, at nýggi meirilutin fer at biðja Kristin Michelsen um at velja ímillum borgarstjórasessin og løgtingssessin.

Eftir øllum at døma verður málið avgreitt 31. januar, tá nýggi fundurin skal verða.