Helge Lund, ið nú verður nevndur sum møguligur nevndarformaður í BP, Helge Lund, varð stjóri í Statoil øll árini felagið var drívmegin í føroysku oljuleitingini. Her saman við Rúna M. Hansen, føroyska Statoilstjóranum

Undangongumaður í føroyskari oljuleiting møguligan oddasess í BP



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

11.09.2017 - 14:44

Oljan >

Ein av oddamonnunum í føroysku oljuleitingini seinastu mongu árini, táverandi stjórin í Statoil, Helge Lund, verður nú nevndur sum komandi nevndarformaður í einum av heimsins størstu oljufeløgum, BP. Hetta skrivar norski netmiðilin E24. Helge Lund var við til at menna Statoil øll árini hann var stjóri har og partur av hansara arbeiði uttan fyri Noreg var eisini at finna føroysku oljuna saman við føroyska Statoil-stjóranum Rúna M. Hansen. Tað eydnaðist ikki Statoil at gera nakað lønandi fund í Føroyum, tó at felagið hevur havt alstóran týdning fyri føroysku oljutilgongdina.

Nøkur ár herfyri fór Helge Lund úr Statoil og gjørdist stjóri í oljufelagnum BG, sum stutt eftir varð uppkeypt at Shell. Helge Lund hevur síðani fingið fleiri álitisstørv innan oljuvinnuna eitt nú sum nevndarlimur í veitingarfelagnum Schlumberger. Hann er eisini vorðin nevndarlimur í føroyska íløgufelagnum Tjaldur og hevur tann vegin framvegis eitt tilknýti til Føroyar og fyrrverandi føroyska Statoilstjóran, Rúna M. Hansen, sum er nevndarformaður í Tjaldur.