Frá vinstru Heini Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø

Undangongumenn og heiðurslimir í Verkfrøðingafelagnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

21.03.2018 - 09:46

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Tríggir undangongumenn innan føroyska verkfrøði, Heini Olsen, Páll Mikkelsen og Hans Biskopstø vóru um vikuskiftið valdir til heiðurslimir í Føroya Verkfrøðingafelag. Hesir tríggir stovnanu, saman við øðrum, felagið fyri 50 árum síðani.

Teir eiga mangar varðar eftir seg kring landið, og hava teir verið við til at byggja landið upp til tað samfelag, vit kenna í dag. Felagið heiðraði teir við gávu, ið er gjørd á Grótvirkinum í Skopun.

Verkfrøðingafelag Føroya helt aðalfund leygardagin har upp móti 30 limir vóru møttir.

Á aðalfundinum ynsktu Michael Thomsen og Kári Lamhauge ikki at verđa afturvaldir í nevndina, og í teirra stað vóru valdar Maria Chun Nielsdóttir og Súsanna Berg.

Leon Smith, ið hevur verið formaður seinastu árini, ynskti ikki at halda fram sum formaður.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Arni Petersen er formaður, Maria Chun Nielsdóttir næstforkkvinna, Fríðrik Heinesen skrivari, Jákup Mørkøre kassameistari og Leon Smith nevndarlimur. Bjarni Petersen og Súsanna Berg eru tiltakslimir.