Standmyndin av Robert E. Lee, herovasta, ið stríddist fyri framhaldandi trælahaldi í suðurstatunu,.

Undantaksstøða í Charlottesville yvir standmynd



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

12.08.2017 - 19:30

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Myndugleikarnir í Charlottesville í Virginia, USA, hava lýst býin at vera í undantaksstøðu undan einari mótmælisgongu hjá víðgongdum nationalistum.

Mótmælisgongan Unite the Right [Samein Høgravongin, red.] hevur ikki verið enn, men longu hava stórir samanbrestir verið millum høgrasinnaðar bólkar og vinstravend mótmælisfólk, ið mótmæla mótmælisgonguni.

Endamálið við mótmælisgonguni er at vísa ónøgd við, at ætlanir eru um at taka burtur eina standmynd av Robert E. Lee, herovasta, ið stríddist fyri suðurstatirnar undir amerikanska borgarakrígnum.

Í minsta lagi tvey fólk hava longu fingið løstir av samanbrestunum, umframt at ein bilur rendi seg í eina mannamúgvu, ið vildi hava høgrasinnaðu mótmælisfólkini burtur frá gøtunum.

Sambært The New York Times vóru herróp sum “jødarnir fara ikki at skifta okkum út” at hoyra millum tey høgravíðgongdu.

Donald Trump, forseti, hevur fordømt harðskapinum, og heitti á fólk um at finna saman heldur enn at stríðast.

- Vit mugu ØLL standa saman og fordøma øllum tí, ið haturið stendur fyri. Tað er ikki pláss fyri tílíkum harðskapi í Amerika. Latið okkum koma saman, skrivaði forsetin á Twitter.

Hóast hálvonnur øld er liðin síðan amerikanska borgarakríggið, so heldur suðurstatsflaggið áfram at elva til stríð millum ymsar samfelagsbólkar.

Andstøðingar til flaggið vilja vera við, at flaggið er ímyndin á trælahaldi, meðan onnur vilja vera við, at flaggið er ímyndin av frælsi.