Mynd: EPA

Undantaksstøðan í Fraklandi longd

Steinar Patursson

15.07.2016 - 09:33

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Franska stjórnin hevur tikið avgerð um at leingja undantaksstøðuna í landinum í tríggjar mánaðir, ið hevur verið virkin síðan yvirgangsatsóknirnar í november í fjør, ið kostaðu 130 fólkum lívið.

Avgerðin kemur eftir herviligu atsóknina seint í gjárkvøldi, ið higartil hevur kostað 84 fólkum lívið.

Útlendskir miðlar skrivaðu annars í gjár, at undantaksstøðan skuldi setast úr gildi, men eftir atsóknina í gjár, har ein 31 ára gamal franskt-tunesi koyrdi ein lastbil góðar tveir kilometrar gjøgnum eina mannamúgvu, ið var komin saman at hátíðarhalda Bastilludagin, tjóðardag Fraklands, so eru ætlanirnar broyttar.

Síðan januar í 2015 hevur Frakland verið úti fyri trimum stórum yvirgangsatsóknum, sum tilsamans hava kostað 230 fólkum lívið.

7. til 9. januar vóru atsóknirnar á Charlie Hebdo redaktiónina og jødiska matvøruhandilin í Paris, ið kostaðu 16 fólkum lívið.

13. november 2015 vóru atsóknirnar uttan fyri Stade de France og í Bataclan konserthøllini, ið tilsamans kostaðu 130 fólkum lívið, og í gjár varð atsóknin í Nice, ið higartil hevur kostað 84 fólkum lívið.