Undirhaldandi dystur á Allianz Stadium

Ari av Rana

13.02.2018 - 21:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tveir dystir vórðu spældir í Champions League í kvøld. Hetta vóru fyrstu 1/8-finalurnar í ársins kapping.

Á Allianz Stadium í Torino í Italia, syrgdu Juventus og Tottenham fyri, at 1/8-finalurnar byrjaðu við einum braki. Longu eftir níggju minuttir var støðan 2-0 til heimaliðið. Eftir tveir minuttir skoraði Gonzalo Higuain fyrsta málið, tá hann sera hegnisliga sparkaði bóltin í málið. Sjey minuttir seinni setti sami Higuain bóltin í málið við brotssparki.

Harry Kane, sum hevur spælt framúr væl í ár, tryggjaði sær, at Juventus ikki komu alt ov væl í gongd, tá hann rundaði Buffon, og legði bóltin í málið eftir 35 minuttir.

Gonzalo Higuain hevði møguleikan at leggja heimaliðið framum við tveimum málum, tá Juventus fekk sítt seinna brotsspark eftir 45 minuttir. Higuain sparkaði tó á tvørtræðið. 2-1 og liðini fóru til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki var tað Tottenham, sum spældi betri. Og eftir 72 minuttir javnaði Tottenham, tá danski Christian Eriksen snildiliga setti bóltin í málið til endaligu støðuna 2-2.

Manchester City lat onga iva verða um hvat lið var betri, tá teir á útivølli vunnu heili 0-4 á Basel. Í fyrra hálvleiki skoraði Manchester City trý mál uppá níggju minuttir, tá Ilkay Gundogan, Bernardo Silva og Sergio Aguero skoraðu eftir 14, 18 og 23 minuttir.

Ilkay Gundogan skoraði sítt seinni mál og fjórða málið hjá Manchester City eftir 54 minuttir.

Við úrslitnunum í kvøld er eingin ivi um, at tað eru tey bæði ensku liðini, sum hava tað betra útgangsstøðið, tá seinnu dystirnir verða spældir um 7. mars.

Dystirnir í kvøld:

Basel – Manchester City 0-4

Juventus – Tottenham Hotspur 2-2