(Mynd: EPA)

Undirhúsið tekur undir við Brexit

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 09:22

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Ein meiriluti í bretska undirhúsinum atkvøddi í nátt fyri einum uppskoti frá stjórnini um bretsku útlimanini úr ES.

326 atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 260 atkvøddu ímóti. Undan atkvøðugreiðsluni var eitt fleiri tíma langt kjak um uppskotið, sum nú kann koyrast víðari í parlamentarisku skipanini.

Uppskotið skal gera til einkis lóggávuna, ið førdi Stórabretland inn í ES í síni tíð. Harumframt skal yvirræðið hjá ES í bretsku rættarskipanini takast av, so at núverandi ES-reglur gerast bretskt lóggávuvald.

Sambært Theresu May, forsætisráðharra merkir stuðulin, at ”vit nú kunnu koma víðari við samráðingunum á einum tryggum støði”.

- Tjóðartingið hevur í morgun tikið eina søguliga avgerð um at stuðla ynskinum hjá bretska fólkinum og atkvøddi fyri einum uppskoti, ið skapar tryggleika og greiði undan okkara útliman úr Evropeiska Samveldinum, sigur Theresa May sambært Reuters.

David Davis, ið er ráðharri við ábyrgd fyri Brexit, ávaraði undan viðgerðini í Undirhúsinum um, at ”ein atkvøða móti uppskotinum, er ein atkvøða fyri eini ruðulleikakendari útliman av ES”.

Tað eru tó enn politikarar, sum vilja arbeiða ímóti uppskotinum, sum ikki verður endaliga samtykt fyrr enn seinni í ár, skrivar AP. Tey halda, at lóggávan gevur stjórnini ov stórt vald.

Leygardagin vóru fleiri túsund fólk í gøtunum í London, har tey mótmæltu móti ætlaða skilnaðinum frá ES.

Væntandi fer Stórabretland úr ES-felagsskapinum í mars mánaði 2019.