Bill Justinussen

Undrast á hví klaksvíkingar fáa ókeypis heilsumiðstøð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 08:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Hví skal landskassin rinda fyri eina heilsumiðstøð í Klaksvík, tá tað í øðrum pørtum av landinum er kommunurnar, sum átaka sær hesar útreiðslur.

Henda spurning ynskir Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, at Sirið Stenberg, landstýriskvinna við heilsumálum, skal svara.

Tingmaðurin úr Eysturoynni undrast stórliga yvir eitt uppskot til løgtingslóg, sum liggur klárt í Heilsu- og Innlendismálaráðnum, um at umbyggja og umvæla sjúkrahúsið í Klaksvík, so farast kann undir at skipa eina heilsumiøstøð í býnum.

Undranin byggir á, at higartil hevur tað verið kommunurnar, sum ”fult og heilt havt ábyrgdina at útvega hølir og rakstartól til primeru heilsutænastuna”.

Bill Justinussen vísir á, at við hesum uppskotinum setir landsstýriskvinnan sjøtul á ein aheilt nýggja kós á økinum við at landskassin nú skal fíggja eina uppgávu, sum higartil hevur verið kommunal.

Landið ger mismun, um Klaksvíkar kommuna fær eina heilsumiðstøð ókeypis, meðan skattaborgarin í Runavíkar kommunu, Nes kommunu, Sjóvar kommunu, Eysturkommunu, Fuglafjarðar kommunu, Vága kommunu, Tórshavnar kommunu, Sunda kommunu og fleiri við skal gjalda hølini til heilsumiðdeplarnar, vísir Bill Justinussen á, ið hevur illgruna um, at henda skipan er ein avleiðing av avtaluni, sum samgongan gjørdi við Sjálvstýrið um fíggjarlógina.

Formaðurin í Sjálvstýri er, sum kunnugt, borgarstjóri í Klaksvík. Bill Justinussen endar soleiðis í viðmerkingunum til spurningarnar til Sirið Stenberg:

”Samgongan og Sjálvstýri hava alment boðað frá, at semjur eru gjørdar um pensjónsskipan og fíggjarlóg. Men at hesar semjur á so snildisligan hátt gera mun á skattaborgarum, alt eftir hvar í landinum, teir búgva, er als ikki komið fram. Landsstýriskvinnan eigur at gera greiðu á hesum viðurskiftum, meðan tíð er og áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið”.