Ung Fyri Miðflokkin harmast - eingin vil kjakast við Dr. Michael Brown


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Steinar Patursson

22.01.2016 - 10:31

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Ung Fyri Miðflokkin harmast um, at eingin hevur tikið av tilboði teirra at kjakast við Dr. Michael Brown, sum í hesum døgum er í Føroyum í sambandi við eitt tiltak um hjúnabandslógina í Føroya Læraraskúla.

- Til kjakið vóru uppskotsstillararnir fyri at broyta hjúnabandslógina og LGBT Føroyar bjóðaði, men ongin ynskti at deila síni sjónarmið um evnið.

Eiheldur vóru aðrir løgtingslimir, ið høvdu hug at taka av tilboðnum.

- Onnur løgtingsfólk, ið hava sagt seg ynskja at broyta hjúnabandslógina - 14 tilsamans, vóru øll bjóðað aftaná, men heldur ikki nøkur av teimum ynsktu at kjakast, hóast evnið skuldi viðgerast út frá einum samfelagsfrøðiligum sjónarhorni.

- Tiltakið verður tí broytt soleiðis, at Dr. Brown fer at hava eitt stutt upplegg um evnið, og so verður ein kritisk samrøða gjørd við hann. Síðani verður møguleiki hjá áhoyrarunum at seta Dr. Brown spurningar.

Tiltakið verður leygarkvøldið 23. januar kl. 19 í Læraraskúlahøllini. Tað er ókeypis atgongd og ongin tilmelding er neyðug.