Ung í Føroyum 2018 - har alt kann henda!



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

16.02.2018 - 14:17

Mentan >

Sunnukvøldið tann 18. februar verður forvitnislig og óvanlig sýning í Norðurlandahúsinum. Í skrivandi stund kunnu vit onki siga um, hvat verður at síggja á sýningini, tí ongin, hvørki luttakarar ella fyrireikarar vita tað enn. Tað kvøldið fara allir luttakararnir í ungdómslistastevnuni Ung í Føroyum 2018 á pall við eini sýning, sum verður framleidd í vikuskiftinum.

Alt kann henda

Felagssýningin á Ungum í Føroyum er ein heilt serstøk sýning. Tá stevnan byrjar fríggjamorgunin 16. februar er onki fyrireikað, skapt ella bara umhugsa

Tá listaverkstovurnar fara í gongd, er tað heldur ikki beinleiðis við tí fyri eyga, at alt sum verður skapt har, skal vera ein heild, sum kann fara á pallin. Í staðin fara tey ungu og verkstovuleiðararnir at arbeiða við tí, sum tey ungu hava áhuga fyri, tí so síggja tey, hvat hendir. Verkstovuleiðararnir eru eins nógv vegleiðarar sum lærarar, og skulu beina skapanarevnini hjá teimum ungu, so eitt úrslit kann koma burturúr.

Sýningarframleiðarin Kristina Sørensen Ougaard fer at ganga millum verkstovurnar og seta fram ynski um, hvat hon kundi hugsa sær at havt við í sýningini, av tí tey ungu skapa í verkstovunum. Tað er lagt upp til, at verkstovurnar samstarva, so tað er ikki til at siga, um tónleikurin fer at spæla undir hjá sjónleikinum ella um sjónleikurin skal ímynda myndlistina ella um myndlistin skal koreografera dansin ella dansurin skal bera fram bókmentirnar. Alt kann henda, og tað verður upp til tey umleið sjeyti fólkini, sum fara at samstarva hesar tríggjar dagarnar.

Listaverkstovur

Ung í Føroyum er bygt upp kring listaverkstovur leiddar av yrkislistafólkum. Hesaferð hevur dentur verið lagdur á at finna listafólk sum eru úr ymsum Norðurlondum eins og bæði her búgvandi føroysk listafólk og útisetar. Verkstovurnar í 2018 eru hesar:

Ljóssniðgeving við Súna Joensen, ið er útbúgvin ljóssniðgevi frá Den danske scenekunstskole. Súni hevur gjørt ljós til nógvar stórar sýningar, serliga í Danmark, har hann í løtuni búleikast.

Dansur við Katyu Nielsen, ið er útbúgvin dansari á Statens scenekunstskole í 2011. Katya hevur dansað nógv ymsa staðni, m.a. á Dansk Danseteater og Black Box Dance Company.

Sjónleikur við Arn-Henrik Blomquist, ið er útbúgvin leikstjóri og sjónleikari. Hann býr í Álandi, men arbeiðir dagliga í Svøríki og Finnlandi, har hann setir sjónleikir og operur upp á stórum leikhúsum. 

Myndlist við Sámali Blak, ið er útbúgvin pallsniðgevi á Central St. Martins College of Art & Design í London. Sámal býr í Føroyum, men arbeiðir kring allan knøttin við pallsniðgeving.

Tónleikur við Hera Joensen, ið er útbúgvin á D.A.R.K. í Keypmannahavn, og sum hevur drúgvar royndir sum tónleikari, serliga innan tungmálm, við tónleikabólkinum Týr.

Bókmentir við Eiríki Örn Norðdahl, ið er íslendskur høvundur, yrkjari og umsetari. Eirikur hevur arbeitt nógv innan eksperimentellar bókmentir, m.a. framførslu- og konseptyrking.

Tað er Norðurlandahúsið, sum skipar fyri ungdómslistastevnuni, men í ár hava tey fingið góðan stuðul kring alt landið, ein av stuðlunum er P/F Betri. Triggjar av kommununum hava eisini játtað at stuðla sínum ungu at fara á stevnuna. Stuðulin kemur væl við, tí tað er kostnaðarmikið at geva teimum ungu bestu umstøðurnar í landinum at skapa í í tríggjar heilar dagar. Stevnan er skipað sum lega, so hvør vakandi tími fer til skapandi virksemi.