Ung javnaðarfólk havast at egnum tingmonnum

Ingi Samuelsen

12.11.2017 - 14:48

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Politiskir flokkar

Ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistisk Ung, havast nú at tveimum av sínum egnu floksfeløgum á tingi, nevniliga suðuroyartingmonnunum Kristin Michelsen og Bjarna Hammer.

Ungu javnaðarfólkini vísa í opnum brævi í dag á sína ónøgd yvir politikkin hjá samgonguni, serliga nú onki røkist fyri, at ætlaða fiskivinnunýskipanin kemur ígjøgnum, orsaka av mótstøðu frá einstøkum tinglumum hjá Javnaðarflokkinum.

- Vit mugu ikki gloyma, at Føroya fólk eigur ríkidømið í havinum, staðfesta tey í brævinum, og leggja so afturat:

”Tað átti ikki at vera neyðugt at minna nakran á, hvat er hent hesi seinastu árini. Tó standa vit nú vónsvikin og kunnu bara hyggja at, meðan semja aftaná semju verður brotin av limum úr okkara egna flokki. Hesir spenna bein fyri, at fólksins ríkidømi fer frá at vera á fáum hondum til at vera ein munandi hornasteinur, sum skal fíggja vælferðina í hesum landinum. Sosialistisk Ung vísa á sína ónøgd við framferðarháttin hjá Kristini Michelsen og Bjarna Hammer. Tað klæðir ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at hetta uppskotið fellur til jarðar. Og tað klæðir so avgjørt ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at skríggjandi neyðin hjá pørtum av samfelagnum skal halda fram, meðan fáir vinnulívsaktørar liva feitt av fólksins ogn.”

Lesið alt brævið á lesarin.fo