Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Unga Tjóðveldið afturvísur at vera partur av málinum

Sverri Egholm

07.03.2018 - 18:04

Tíðindi >

Norðlýsið og VP løgdu í gjár Unga Tjóðveldið undir at hava konstruerað málið um Bjarna Hammer. Hesum vísir ungmannafelagið staðiliga aftur.

- Um Norðlýsið og Vágaportalurin høvdu biðið um viðmerking til málið, áðrenn so ógvusligar ákærur vórðu skrivaðar, høvdu miðlarnir fingið sama svarið, sigur Elsa Berg, forkvinna í Unga Tjóðveldið, í tíðindaskrivi.

- Í miðlunum hevur verið frammi um eitt samskifti, sum ein nevndarlimur í Unga Tjóðveldið skal hava havt við eitt systkinabarn. Hvat limir í Unga Tjóðveldið gera ella samskifta um privat, hevur Unga Tjóðveldið onki við at gera.

Les eisini: Enn meira rumbul um Bjarna Hammer