Groupama Arene í Budapest.

Ungarn - Føroyar: Àskoðarar sleppa við hóast alt

Steinar Patursson

06.10.2015 - 07:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyri trimum vikum síðani gjørdi fótbóltssamgongan Uefa greitt, at dystin millum Ungarn og Føroyar, ið verður hósdagin, skuldi leikast fyri tómum stadion.

Ungarn skuldi revsast fyri atburðin hjá fjepparum sínum, og gjørdist revsingin ein dystur uttan áskoðarar.

Tað var í dystinum millum Rumena og Ungarn, at áskoðararnir sýndu rasistiskan atburð, og Uefa valdi beinanvegin at revsa londini, við at næsti dystur skuldi spælast uttan áskoðarar - eisini hjá Rumenia.

Hetta kom sum ein smeitur fyri Fótbóltssambandið, tí tá ferðast verður við landsliðnum, plagar FSF at leiga ein flúgvara, og so selja yvirskotsferðaseðlarnir til fjepparar, fyri soleiðis at gera túrin bíligari.

Nú hevur Uefa so greitt frá, at áskoðarar sleppa inn á stadion kortini.

Føroyska landsliðið er longu komið til Budapest, og við teimum eru umleið 40 føroyskir áskoðarar.

Vit vóna, at okkara áskoðarar verða við til lyfta støðið, so at okkurt munagott kemur burturúr dystinum, ið verður hósdagin.

- Stóra avbjóðingin hjá landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, verður næstu dagarnar at manna føroyska miðvøllin av nýggjum. Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Brandur H. Olsen fingu allir gult kort ímóti Finnlandi, og tað hevur við sær, at teir tríggir eru leikbannaðir til dystin móti Ungarn, skrivar FSF um dystin hósdagin.